Á ársaðalfundinum hjá Eik varð samtykt at minka nevndina við einum nevndarlimi og at stytta valskeiðið við einum ári. Samstundis er ein útlendingur valdur í nevndina fyri Eik Aðalfundurin fyri 2010 varð hildin í Norðurlandahúsinum í Havn, 27. mars, og hesi mál vóru á dagsskrá:
? Frágreiðing frá nevndini um virki hjá Eik í farna ári varð samtykt.
? Framløga av grannskoðari ársfrásøgn varð góðkend.
? Avgjørt varð at flyta undirskotið til komandi ár.
? Uppskot um at heimila nevndini at lata bankan ogna sær egin partabrøv í tíðini fram til næsta ársaðalfund varð samtykt.
? Uppskot um broyting í viðtøkunum fyri Eik Banka P/F varð samtykt.
? Jacob Leth varð valdur í nevndina fyri Eik Banka P/F.
? Hans Laksá, statsgóðkendur grannskoðari og grannskoðaravirkið Deloitte í Danmark vórðu vald sum óheftir grannskoðarar.
Nevndarval
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, nevniliga Mathea Hilduberg og Finnbogi Niclasen, men hvørgin teirra tók við afturvali. Av tí, at uppskotið um at minka nevndina við einum varð samtykt, varð bert ein nýggjur limur valdur í nevndina. Hesin er danin og føroyavinurin Jacob Leth, sum samstundis er fyrsti útlendingur í nevndini fyri Eik Banka. Tó hava danir sitið í nevndini fyri Føroya Sparikassa í síni tíð.
Jacob Leth er ikki ókendur í Føroyum. Hann sat millum annað sum dómari við Føroya Rætt í tíðarskeiðnum 1977-1981, og hevur síðan javnan vitjað aftur. Hann skilir og lesur føroyskt rímiliga væl, og hevur ígjøgnum arbeiði sítt sum forstjóri í Sparekassen Kronjylland frá 1987 til 2009 eisini havt tætt samband við Eik Banka.










