Eik Banki má bjargast

Á landsfundinum leygardagin var høvuðsboðskapurin hjá Bjarna Djurholm, at vit ikki eiga taka risiko'ina, at Eik fer fyri bakka

Bjarni Djurholm tók eisini orðið á landsfundi Fólkafloksins á Sandi leygardagin.
Hann segði, at ikki minst sologongdin í tinginum laðar undir fatnina av, at partar av samgonguni longu hava slept endanum og við markeringum fyrireika seg til val/samgonguslit heldur enn at taka avgerðir, sum neyðugar eru. Løgmaður minnir mest um flugu í fløsku, ið stjórnar flokki, sum er farin um tvøran, har loyaliteturin hjá partamonnum móti formanni og samgonguleiðara er syndaligur.
- Samstundis sum eldra samgonguættarliðið uppførir seg sum ”panik før lukketid”, støkka novisurnar undan ábyrgd og uttan íhald spæla fríspæl og atkvøða saman við andstøðuni vitandi um, at stuntið undirgrevur samgongu og politiska stabilitetin, segði Bjarni Djurholm.
Hann segði, at harumframt lefrar minsti samgonguflokkurin púra opinskárað andstøðuna eftir CHE-samstarvinum, hóast veljarar floksins, sambært Gallup eru somu veljarar teir mest trúðføstu móti ABC. Tað var væntandi, at við áhaldandi vánaligum veljarakanningum fór javnaðarflokkurin at skinkla í límingini og heldur ynskja sær eina tilveru í andstøðu og uttan ábyrgd. Tað er ein erlig søk.
- Spell um flokkurin, nú mest er brúk fyri stabiliteti, ikka megnar at standa við ábyrgd sum krevst, nú landið er á eggini til hóttafall, segði Bjarni Djurholm.