Eik Banki farin á heysin

Business.dk veit at siga, at bjargingarætlanin, sum Eik Banki hevur arbeitt við, er vrakað av donsku myndugleikunum. Harvið endar Eik undir Finansiel Stabilitet. Alt bendir á, at tey, ið hava gjørt íløgur í partabrøv í Eik Banka, hava mist sínar pengar.

Tað er nevniliga ógvuliga sannlíkt, at Eik Banki endar undir veingjabreiðinum á Finansiel Stabilitet, og tað merkir, at børsskrásetingin av bankanum verður tikin aftur. Hetta merkir so aftur, at eingi partabrøv fylgja við yvir í Finansiel Stabilitet.

Hetta sama hendi fyri einum ári síðani fyri danska Fionia Bank. Hann endaði undir Finansiel Stabilitet, varð tikin av børsinum og partabrøvini burtur. Hetta hendi fyrst í mai, og seinast í august var bankin avviklaður.

- Sunni parturin av bankanum varð seldur frá, og restin avviklað undir Finansiel Stabilitet. Roknast kann við, at tað sama fer at henda við Eik Banka, har vælkoyrandi parturin ? føroyski parturin ? verður seldur frá, meðan danski parturin verður avviklaður, sigur ein serfrøðingur, sum Portalurin hevur tosað við.

Serfrøðingurin sigur, at endar Eik Banki undir Finansiel Stabilitet, gongur helst ein vika áðrenn nýggj nevnd og leiðsla verður vald, sum síðani fer undir at gera klárt at avvikla bankan.

Hinvegin nýtast fólk, ið hava innistandandi í bankanum, ikki at óttast. Finansiel Stabilitet yvirtekur ábygrdir og skyldur, herundir eisini starvsfólk og bygningar, so heldur ikki starvsfólkini nýtast at óttast fyri framtíðina. Í fyrsta umfari í hvussu er.

Sum nevnt heldur Eik Banki tíðindafund klokka 19 í kvøld, og tá verður so staðfest, um bankin verður bjargaður ella ikki, men greitt er, at landið ikki spýtir pengar í.