Fyrrapartin verður Eik Banki P/F skrásettur á virðisbrævamarknaði í Íslandi og Keypmannahavn. Skrásetingin verður til fyrimuns fyri Eik, partaeigararnar og føroyska samfelagið Tað heldur heldur Marner Jacobsen, forstjóri
Tvískrásetingin av Eik Banka P/F er á dagsskrá fyrrapartin í dag kl. 11.00, tá bankin verður skrásettur á virðisbrævamarknaðunum í Íslandi (VMF) og í Keypmannahavn samstundis.
?Eik Banki er nýggjasta og ? við síni 175 ára søgu ? helst eisini elsta fyritøka á virðisbrævamarknaðunum í Íslandi og Keypmannahavn. Tá Eik gjørdist partafelag í 2002, varð ásett í viðtøkunum, at nevndin kundi skráseta partabrøvini. Tí hevur børsskrásetingin verið í umbúna eina tíð, og eg eri sannførdur um, at hon verður til fyrimuns fyri Eik, partaeigararnar og føroyska samfelagið sum heild?, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.
?Tað er ein stór frægd at bjóða Eik Banka vælkomnum á tann partin av Norðurlendska Virðisbrævamarknaðinum, har fíggjarfyritøkurnar eru skrásettar. Eik Banki verður áhugaverdur at fáa aftur at hesum partinum, sum longu er sera sterkur í Íslandi. Íslendski marknaðurin hevur verið fruktagóður til tess at útvega skjótt vaksandi bankunum kapital, og Eik Banki fer uttan iva at fáa fyrimun av at taka hetta týðandi stig í menning bankans?, sigur Thordur Fridjonsson, stjóri á íslendska virðisbrævamarknaðinum, OMX Nordic Exchange Iceland.
?Eik Banki er longu limur á Norðurlendska Virðisbrævamarknaðinum, og sum liður í menningini av fyritøkuni velur bankin at lata seg skráseta bæði í Íslandi og í Keypmannahavn. Hetta er tekin um positiv rák á marknaðinum, men tað er eisini ein váttan um, at skipanin og virksemið hjá OMX eru á rættari leið?, sigur Jan Ovesen, stjóri á danska virðisbrævamarknaðinum, OMX Nordic Exchange Copenhagen.
Eik Banki telist frá skrásetingarbyrjan millum sonevndu MidCap+ feløgini á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn, har stytting bankans er FO-EIK CSE. Á íslendska virðisbrævamarknaðinum er styttingin FO-EIK.
Í sambandi við børsskrásetingina verður eitt beinleiðis webcast at síggja á heimasíðuni í dag kl. 10.45 føroyska tíð. Webcastið er eisini at síggja á heimasíðunum www.eik.dk og www.eikbank.dk.
Í Føroyum verður børsskrásetingin harumframt sjónvarpað beinleiðis á Rás1 kl. 10.40 og útvarpað beinleiðis á Rás2 kl. 10.30.