Eik Banki hevði fyrstu 9 mánaðirnar í ár eitt hall á heili 2,3 milliardir krónur. Tað boðar Eik Banki P/F frá í dag.
Ein fyribils roknskapur er nú gjørdur av virkseminum hjá Eik frá 1. januar til 30. september í ár, og hesin roknskapurin vísur eitt hall á góðar 2,3 milliardir krónur. Nýggja Eik felagið hevur gjørt roknskapin, men nevndin fyri gamla Eik Banka felagið hevur ikki góðkent roknskapin, sum heldur ikki er grannskoðaður.
Nýggja felagið Eik Banki Føroya P/F hevur yvirtikið øll virði hjá Eik Banka P/F.
Eik Banki P/F fer í næstum at senda danska keypsskálanum eina umbøn um, at partabrævið hjá teimum verður strikað á Nasdaq OMX Nordic Exchange.