Tey, sum settu pening í Eik Banka, hava mist nógv tað seinasta árið Tapini hjá teimum, ið settu pening í Eik Banka, hava verið stór síðsta árið. Kortini vil Thomas Dam, búskaparfrøðingur, sum útvarpið hjá Kringvarpinum hevur tosað við, ikki siga, at kursurin í Eik var settur ov høgt frá byrjan.
Tá ið Eik fór á Børsin, metti leiðslan, at kursurin skuldi vera 687, men síðani hevur kursfallið verið umleið 70 prosent.
- Síðsta árið eru útlitini fyri bankavinnu broytt nógv, og tá verður virðið á fyritøkum endurskoðað. Hyggja vit at virðinum á peningastovunun, hevur tað ligið oman fyri seks milliardir, men liggur í dag um tvær milliardir, so har er í øllum førum eitt samanlagt tap upp á fýra milliardir, sigur Thomas Dam við Kringvarpið.
Partabrævið í Føroya Banka er eisini lækkað, men ikki so nógv sum tað hjá Eik, og tað heldur búskaparfrøðingurin fyrst og fremst standast av, at Føroya Banki hevur mestsum øll síni útlán í Føroyum, meðan Eik hevur útlánini helvt um helvt í Føroyum og uttanlands, fyri tað mesta í Danmark. Tí verður Eik Banki harðari raktur av tí, sum hendir niðri, sigur hann.










