Hálvársroknskapurin hjá Eik Banka vísir eitt avlop upp á 44,6 milliónir krónur eftir skatt. Fyri skatt er úrslitið 54,4 milliónir krónur. Við hálvárið 2013 javnvigar fíggjarstøðan við 7,0 milliardir krónur, og eginpeningur bankans er 1,2 milliardir krónur.
– Fyrra hálvár hjá Eik Banka hevur hilnast væl, og Eik roknar við einum avlopi á áleið 60-90 milliónir krónur fyri skatt fyri árið 2013.
Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, sum vísir á, at
Úrslitið farna tíðarskeið vísir eitt avlop á 44,6 milliónir krónur.
Úrslitið áðrenn skatt er 54,4milliónir krónur.
Útlán bankans eru 4,7 milliardir krónur.
Innlán bankans eru 5,5 milliardir krónur.
Niðurskrivingar av útlánum og yvirtiknum ognum eru á 6,7 milliónir krónur, íroknað 14,3 milliónir krónur í virðisjavnan
Yvirdekningur í mun til lógarkravda gjaldførið á 222,8 prosent
Solvensurin við hálvárið er 23,3 prosent, móti einum tørvi á 11,2 prosent
Útlánini eru 4,7 milliardir krónur, sum er eitt vet lægri enn við ársenda 2012. Innlán bankans økjast framhaldandi og eru tann 30. juni 2013 á leið 10 milliónir krónur hægri enn við árslok 2012, um hædd verður tikin fyri láninum við statsveðhaldi á umleið eina milliard krónur, sum bankin rindaði aftur í februar 2013.
Av javnanum tann 30. juni 2013 á 7,0 milliardir krónur er eginognin áljóðandi 1,2 milliardir krónur og innlán áljóðandi 5,5 milliardir krónur. Bankin fíggjar soleiðis útlán við eginpeningi og innlánum í samsvari við yvirskipaða málsetningin hjá bankanum.
Solvensurin er 23,3 prosent og likviditeturin áleið fýra ferðir lógarkravda minstamarkið. Sostatt eru bæði solvensur og likviditetur hjá bankanum góðir.
Eik hevur lækkað bústaðarrentuna í tveimum umførum fyrra hálvár 2013. Fyrru ferð 15. mai 2013 lækkaði Eik lægstu sethúsarentuna niður í 4%, og við virknaði frá 1. august 2013 hevur Eik aftur lækkað lægstu sethúsarentuna, hesa ferð niður í 3,75 prosent. Umframt hetta er bidragið á realkredittlánum lækkað niður í 1,7%, og fleiri av tænastum bankans eru ókeypis.
– Bygnaður og útreiðslustøði bankans eru eisini tillagað virksemið, og verður stórur dentur lagdur á at veita øllum kundum eina góða og skjóta tænastu til kappingarførar prísir, sigur Eik í tíðindaskrivi, samstunds sum bankin boðar frá, at Eik Banki miðvíst arbeiðir við at vinna ein størri part av føroyska marknaðinum.