Eigur tú dagin í morgin?

Hví eri eg her? Hvat skal eg gera? Hvar fór mín tíð? Hvar fari eg so nú? Og lívið her á jørð fór afturum.

Vit liva í eini tíð har skema okkara hvønn dag er fult pakkað, og í eini tíð har næstan ongin hevur tíð til at seta seg í friði at hugsa ella at søkja sær eftir einari meining. Eg livi ikki bert í vón, men vissu um at Bíblian er álítandi, og at alt er sannleiki sum í henni stendur. Hví sigi eg tað? Tað er tí at eg havi upplivað Jesus uppá so nógvar og ótrúligar mátar at eg kann ikki trúgva og yvirgeva meg til nakað annað enn Hann, mín Frelsara. Og at Bíblian samsvarar so væl við tað sum eg upplivi og havi upplivað.
Eg kann ikki yvirtala nakran til at blíva frelstan, men eitt skal eg lova, at um tú søkir Hann, Jesus, og bjóðar Honum vælkomnan í títt lív og hjarta, so hoyrir Hann teg. Ikki fyrrenn tú hevur gjørt tað, kanst tú siga tað sama sum eg, at tú ert vísur í at Hann livir, og at lívið saman við Honum er fantastist. Eitt vil eg leggja afturat: Jesus hevur stórar ætlanir við tínum lívi, Hann vil hava teg allan sum tú ert. At ganga á møti ella gudstænastu, frelsir ongan, at trúgva frelsir ongan, ongin er so trúgvandi sum júst Satan sjálvur. Ongin møtir so væl og trúfast upp til møtir og gudstænastir sum Satan sjálvur, og Satan vil eisini sleppa til Himmals, men hann er fortaptur, og bíðar eftir sínum dómi, tí gongur hann runt sum ein brølandi leyva og vil oyðileggja alt Guds verk, við ma. at stjala tíðina frá øllum, við at gera heimin so upptiknan at Gud ikki sleppur frammat í hugsanunum okkara.
Nú eg havi úttalað meg um Hann, og hvussi veruligur Hann er, vil eg eisini sleppa at luta mín vitnisburð, tvs. alt sum eg havi upplivað gjøgnum lívið, bæði gott og minni gott.
Eg eri uppvaksin við at hoyra um Jesus. Eg havi gingið á sunnudagsskúla og møtir síðan eg var heilt ungur. Tá eg var blivin 16 ára gamal, vendi eg mær frá Gudi, og læt heimin sleppa at vera harra í mínum lívi. Eg livdi frá Gudi til eg var um 19 ára gamal. Í dag kann eg vitna um at lívið saman við Jesusi er nógv betur og ríkari enn lívið úti í heiminum har eg upplivdi nógv keðiligt, so sum ótrúskap, klandur, hatur, løgregluna, alkohol, stoffir, fíggindskap osv.?Mítt lív er fultkomuliga endurnýggjað, ikki fyrrenn eg gav mítt lív til Jesus, tvs. Eg vil taka upp krossin hvønn dag og stríðast tað góða stríðið. Hvussi kann eg lata vera við at fylgja Jesusi eftir tá Hann hevur víst Seg fyri mær og tá eg havi sæð Hann grøtt menniskju frá td. kreft, influensu, ryggpínu, tannapínu, knæpínu og nógv annað, og sæð Hann seta menniskju frí frá stoffum, alkohol, pornografi, illum andum og nógv annað. Eg takki Jesusi fyri at Hann hevur frelst meg frá einum ævigum Helviti, sum veruliga er ein staður, og nógv menniskju vita ikki av at tey eru á veg har til, ikki fyrrenn lívið her á jørð er farið afturum, og tey standa har í einum ævigum fortapilsi, tá gongur tað upp fyri teimun at tað er veruligt, og tá er tað ov seint. Og ein dag stendur Gud sum dómari yvir fyri tær og sigur møguliga við teg, at tú bleiv upplýstur um sannleikan, men tók ikki ímóti, tá sigur Hann: sum tú ikki vildi taka ímóti Mær, somuleiðis skal eg ikki taka ímóti tær, og eg kennist ikki við teg, tá verður tú tveittur í fortapilsi har grátur og?tannagrísl skal vera.?Ein og hvør hevur møguleikan at taka ímóti Jesusi, og fáa eitt ævigt lív heima í Himlinum saman við Gudi. Tú skal játta teg sum ein syndara sum hevur svikið Gud og vent Honum bakið, og siga við tínum innasta hjarta: Faðir, um Tú ert her, og um Tú ert veruligur, kom so inn í mítt lív, so skal eg geva mítt lív til Tín. Royn hetta og royn um Hann svarar tínari bøn. Um tú ikki gert hetta, minst so til hesi orð: Tú er nú blivin upplýst/ur um Hann, og tú skal standa andlit til andlit fyri Honum ein dag, og tá fer Hann møguliga at vísa tær aftur á hetta her sum tú júst hevur lisið.?Tú eigur ikki dagin í morgin