- Vit eiga at seta tiltøk í verk fyri at fáa føroyingar at roykja minni. Tað heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Fyrr í vikuni skrivaðu vit her á in.fo um at rúsdrekkanýtslan er minkað og tá førdi landsstýrismaðurin fram, at tað er neyðugt at fáa hana enn longur niður.
Men samstundis sum rúsdrekkanýtslan í Føroyum er lág aftur ímóti í øðrum londum, roykja føroyingar afturfyri sum trolarar, tí tað eru lutfalsliga nógvir føroyingar sum roykja.
Og Karsten Hansen sigur, at tað verður eisini neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at tálma roykingini.
Hann sigur, at felagsskapir og stovnar, sum hava við slíkt at gera, sita í løtuni og arbeiða við uppskotum um tiltøk við tí endamáli at minka roykingina, ikki minst í skúlunum.
Men eitt ítøkiligt uppskot frá Fólkaheilsuráðnum, er at seta prísin á tubbakki upp og tað er eitt uppskot, Karsten Hansen tekur fult undir við.
Les eisini: Prísurin á sigarettum hækkast næstan 20%
Hann sigur, at í landsstýrinum hevur hann fleiri ferðir umrøtt, at prísurin á tubbakki eigur at verða hækkaður.
Men hann má ásanna, at tað gongur illa at fáa politiska undirtøku fyri tí.
Hann ætlar sær kortini ikki at gevast, men heldur á at mýkja málið, tí hann er sannførdur um, at tað einasta rætta er at prísurin verður hækkaður.
Kortini heldur hann, at tað sum hann hevur best møguleika at fáa politiska undirtøku í samgonguni fyri, er at bannað øllum tollfríum innflutningi at tubbakki, rúsdrekka og øðrum vørum.
- Avleiðingarnar av royking eru óhugnaligar. Læknavísindini meta, at einir 80 føroyingar doyggja av royking um árið, men kortini stuðla vit vinnufyritøkum við at geva teimum loyvi at selja tubbakk og rúsdrekka serliga bíligt. - Tað hongur jú yvirhøvur ikki saman, staðfestir landsstýrismaðurin í heilsumálum.
Hann sigur, at tollfría sølan er eitt undantak í tolllógini og tað undantaki ætlar hann at fáa avtikið.
- Eg havi ikki fingið undirtøku í samgonguni fyri tí enn, men politiskt hava vit eina ábyrgd, antin vit vilja ella ikki. Tí fari eg framhaldandi at at arbeiða við málinum, sigur hann.
Hann vísir á at innflutningurin av tollfríum vørum er rættiliga stórur og hann er nógv vaksin, samstundis sum alsamt fleiri og fleiri føroyingar arbeiða uttanlands.
Eitt stórt tal av føroyingum arbeiðir uttanlands og veruleikin er, at teir rinda ikki skatt til føroyska samfelagið á jøvnum føti við øll hini. - Tí hongur tað slett ikki saman, at landsins myndugleikar harafturat skulu stuðla teimum við at lata teir innflyta bíligt rúsdrekka og bíligt tubbakk til landið.
- Skulu vit seta prísin á tubbakki upp, er fortreytin at tollfría sølan verður avtikin, tí annars fer tað bara at raka tey, sum ikki hava ráð at ferðast og sum ikki eru uttanlands í arbeiðsørindum, sigur Karsten Hansen.
|