- Okkara fiskimenn og -kvinnur eru alt ov illa tryggjað ímóti inntøkumissi, tá tey koma illa fyri og gerast sjúk.
Tað sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, í leiðaranum í seinastu útgávuni av blaðnum, Mið & Magn, sum FSN gevur út saman við Maskinmeistarafelagnum.
Í greinini vísir hann á, at 60 prosent av einari arbeiðaraløn er tað, sum fáast kann, so leingi til ber at fáa nakað, fyrst úr Trygdargrunninum og síðani um dagpeningaskipanina.
- Ein arbeiðaraløn byggir á 40 tímar arbeiðsviku, men øll vita, at umborð á skipi er arbeiðstíðin ein heilt onnur. Einir 100-110 tímar um vikuna er tað mest vanliga umborð á skipi.
Hann heldur tað tí vera púrasta burturvið, at sjúkradagpengarnir hjá fiskimonnum og -kvinnum eru grundaðir á eina arbeiðaraløn á landi, og hann leggur aftrat, at veruligi inntøkumissurin ógvuliga sjáldan kann metast við eina arbeiðaraløn.
- Men, eins væl og vit hava eina minstuløn á landi, sáttmálasettu arbeiðaralønina, so hava vit eina tilsvarandi umborð á okkara fiskiskipum, nevniliga minstulønina, sum er 1050 krónur um dagin.
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur, at sjúkratrygdin hjá fiskimonnum og -kvinnum eigur at taka støði í minstulønini hjá fiskimonnum.
- Alt annað er høpisleyst, og útgjaldið eigur at vera full minstuløn sjey dagar um vikuna, so leingi sum sjúkraskrivingin varar, tí næstan altíð er fortjenastan umborð nógv hægri enn minstalønin, leggur Annfinnur Garðalíð aftrat.