Framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum í fíggjarmálum, Anfinn Kallsberg, hevði ikki bert rósandi orð um fíggjarlógaruppskotið, sum er til fyrstu viðgerð í Tinginum í dag og í morgin.
Hetta er fyrsta fíggjarlógaruppskotið, sum verður gjørt eftir at nýggj játtanarlóg er sett í gildi, og hetta merkir, at tey ymsu ráðini fáa tillutaðar nakrar fíggjarkarmar, sum tey skulu halda seg innanfyri.
- Tað positiva er, at karmarnir eru teir somu, sum fíggjarnevndin samtykti í vár. Síðani eru gjørdar upp- og niðurraðfestingar upp á ávikavist 151 milliðónir krónur og 19 milliónir krónur, men av teimum 151 milliónunum eru 58 endaðar í sparingum, segði Anfinn Kallsberg.
Hann segði eisini, at tað nýggja í hesum er, at landsstýrisfólkini nú eru púra suveren á sínum økjum at avgera, hvussu peningurin verður nýttur.
- Fyrr fingu nevndirnar í Løgtinginum høvi at gera viðmerkingar til, hvussu landsstýrisfólk ætlaðu at nýta peningin, men tað fáa tær ikki við nýggju lógini. Tað er spell, og tí mugu vit hyggja nærri eftir lógunum og fáa tær broyttar, segði Anfinn Kallsberg.
Hann segði víðari, at verður lógin ikki broytt, kunnu landsstýrisfólk ger júst sum teimum lystir, og kunnu enntá síggja burtur frá lógarásettum útreiðslum.
Í leysum lofti
At fíggjarnevndarformaðurin ikki hevur havt fingurin á pulsinbum alla tíðina kom eisini til sjóndar við at hann hevði hug at finast at langtíðaríløgunum í fíggjarlógaruppskotinum.
- Fleiri av hesum langtíðar útreiðslunum eru als ikki viðgjørdar politiskt og fleiri teirra hanga í leysum lofti, segði Anfinn Kallsberg.
Hann nýtti eisini tíð at tosa um Viðareiðisloysnina, sum tað eitur í fíggjarlógaruppskotinum.
- Eg síggi, at Viðareiðisloysnin, sum hon verður nevnd, er við á einari langtíðarætlan við fimm miliónum í ár og síðani 10 milliónir komandi árini og at enda 35 milliónir. Hetta gevur tilsamans 70 milliónir komandi fimm árini til eina verkætlan, sum kostar 120 milliónir. Men øll vita, at tá farið verður at bora ein tunnil, so verður hetta gjørt eftir einum ári, segði Anfinn Kallsberg.
Hann var eisini ónøgdur við langtíðarætlanina við Marknagilsverkætlanini, og hann segði, at hóast ætlanin verður skotin út eitt ár, verður hon ikki bíligari fyri tað.
Slagsíða
Allir teir tríggir fyrstu framsøgumenninir høvdu okkurt at fílast á í sambandi við fíggjarlógaruppskotið. Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi heglaði uppskot og samgongu niður, sum kanska eisini væntandi var frá einum andstøðupolitikara, men eisini Magni Laksáfoss var ónøgdur við stórar partar av uppskotinum.
Anfinn Kallsberg helt, at íløgusíðan á fíggjarlógaruppskotinum hevði eina álvarsliga geografiska slagsíðu við tað, at nógv tann størsti parturin verður nýttur í Suðurstreymi, ella rættari í Havn.
- Vit skulu tó eisini leggja merki til, at tær stóru verkætlanirnar eru í Havn, eitt nú Landssjúkrahúsið og skúladepilin í Marknagili, segði Anfinn Kallsberg.
Fíggjarnevndarformaðurin kundi eisini staðfesta, at talan verður ikki um 507 milliónir í halli á fíggjarlógini, men um 524, tí tær fráboðaðu 17 milliónirnar í eyka útreiðslum, skulu leggjast aftrat umrøddu 507 milliónunum.
Og tá Bjørt Samuelsen spurdi um, hvussu stór semjan um fíggjarlógaruppskotið er svaraði hann soleiðis:
- Tú skuldi havt lurtað eftir tínum egna framsøgumanni. Hann segði, at eg átti ikki lut í semjuni og tað er rætt. semjan er gjørd millum Tjóðveldi og restina av samgonguni.