Eigarin ger kvetti

Amerikanarar og oljufelagið BP hava stórar útreiðslur av oljudálkingini í Meksikoflógvanum, men nú avdúkar bretska blaðið The Times, at felagið, sum átti boripallin Deepwater Horizon, ger kvetti av vanlukkuni. Sambært blaðnum er skaðagjaldið, sum felagið fær frá tryggingini, størri enn virðið á pallinum.

The Times skrivar, at Transocean hevði tryggjað pallin fyri knappar fýra milliardir krónur, hóast tað veruliga virðið á pallinum var umleið 2,5 milliardir krónur. Sostatt hevur felagið forvunnið umleið hálva aðru milliard burtur úr vanlukkuni í Meksikoflógvanum, skrivar The Times.

-Í okkara vinnu er tað gomul siðvenja, at vit úttala okkum ikki um gjørdar avtalur, sigur stjórin í Transocean, Steve Newman, við The Times.