Hampiðjan hf. hevur skrivað undir sáttmála um at keypa 75,1% av indiska net- og trolframleiðslufelagnum Kohinoor Ropes Pvt. Ltd. Kohinoor er ein av størstu framleiðarunum av neti og troli í India. Í fyritøkuni starvast yvir 700 fólk, og hevur hon trý virkisstøð, tvær nóta- og reipverksmiðjur í Sela og nótaverkstað í Jalna. Felagið hevur eisini skrivstovu í Aurangabad.
Tilsamans fer Hampiðjan samtakið at hava stívliga 2.700 starvsfólk eftir keypið. Eigararnir av Kohinoor fara framhaldandi at eiga 24,9% av felagnum, sum hevur verið tættur samstarvsfelagi hjá Hampiðjan-samtakinum í áravís.
Hampiðjan samtakið var størsti einstaki kundi hjá felagnum í fjør, tí ein stórur partur av tvinnaðu snórunum, sum Hampiðjan brúkar, koma frá Kohinoor. Samstarvið hevur eisini verið skjótt vaksandi við vørum til alivinnuna seinastu tíðina.
Í tíðindaskrivi frá Hampiðjuni stendur, at fyri felagið við hesum fær stórar møguleikar fyri at effektivisera raksturin og at koma inn á nýggjar marknaðir. Virðisketan hjá Hampiðjuni er breiðkað við keypinum, tí ein triðingur av reipnýtsluni hjá Hampiðjan samtakinum í dag kemur frá Kohinoor. Virksemið hjá Hampiðjan um allan heimin fer at lata upp nýggjar sølurásir fyri Kohinoor vørum og fylla út vøruúrvalið, sum dótturfeløgini hjá Hampiðjan bjóða í dag.
##med2##
Yvirtøkan av Kohinoor letur upp fyri møguleikum at koma inn á marknaðir, sum ikki hava verið atkomuligir orsakað av fjarstøðu frá Evropa og høgum framleiðslukostnaði har. Soleiðis hevur Kohinoor fingið góða atgongd til marknaðin í Chile, sum er næststørsta laksaframleiðandi land eftir Noreg, og tað verður økt atgongd til alimarknaðir í Miðeystri, har dótturfelagið hjá Hampiðjuni, Mørenot Aquaculture, eisini hevur arbeitt við stórum aliverkætlanum seinastu árini. Eisini eru møguleikar í Asia og Oceania, har tvey av dótturfeløgunum hjá Hampiðjan virka, Hampiðjan Nýsæland og Hampiðjan Avstralia.
– Yvirtøkan av meirilutanum av Kohinoor fer at økja um kappingarførið hjá Hampiðjan gjøgnum ta optimering, sum kann fáast.
– Vit eru sera spent at arbeiða saman við hesum nýggja dótturfelagnum í framtíðini og vænta nógv av hesum samstarvi komandi árini. Vøruútboðið hjá Kohinoor fer at víðka um vøruúrvalið hjá fyritøkunum hjá Hampiðjuni kring heimin og samstundis økja um atgongdina hjá Kohinoor til teir marknaðir, sum vit longu virka á. Vit kunnu brúka hesa støðuna til at gjøgnumganga nýggjar og eksotiskar marknaðir.
– Tað eru tí spennandi tíðir fyri framman hjá okkum í Hampiðjanarbólkinum, sigur Hjørtur Erlendsson, stjóri í Hampiðjuni, í tíðindaskrivi.