Sp/F 14, sum er tað felagið, sum fyrr átti Tórshavnar Skipasmiðju, eigur nú fimm prosent av partapeninginum í Føroya Banka Fríggjadagin keypti felagið 6.203 partabrøv afturat. Tilsamans eigur felagið nú 500.000. Partabrøvini í Føroya Banka kosta í dag 220 kr. Sostatt er virðið á partabrøvunum hjá Sp/F 14 í Føroya Banka í dag 110 milliónir krónur.
Frammanundan hava feløg hjá Jákup á Dul og Tjaldur (fyrrverandi Skipafelagið) keypt nakað oman fyri fimm prosent av partapeninginum. Stjórar í Sp/F 14 eru Poul Mohr og Gunnar Mohr (samb. ársroknskapi 05). Eigarar, sum eiga meira enn fimm prosent av partapeninginum í Sp/F 14 eru Mouritz Mohr og Gunnar Mohr.