Eiga ikki at sortera í hvør sleppur at liva

Fostur eiga ikki at verða vald frá, tí teimum feilar nakað, sigur Sigrun Wardum, dagligur leiðari í Javna

 

ALTJÓÐA DOWN SYNDROM DAGUR

Í Føroyum hava vit ikki lógarfesta fosturtøku, men vit hava rætt til at fáa fosturtøku, um barninum feilar nakað. Hetta er sortering og tað er dubultmoralskt, heldur Sigrun Wardum, leiðari í Javna.

Hon hevur persónliga einki ímóti at lógarfest fosturtøka verður í Føroyum, men tá vit velja børn frá, tí tey bera brek, er tað sortering, og tað er Javni ímóti.

At nokta lógarfestari forsturtøku sum heild, men loyva tí, tá barninum feilar nakað, er sortering og luktar av rasuútreinsing, heldur hon.

Hon leggur dent á, at tey, ið taka eitt val um fosturtøku, sjálvandi hava rætt til tað

- Vit eiga at virða tey, og teirra val, eins og vit eiga at virða tey, ið velja at fáa barnið, hóast at tað ber brek, sigur Sigrun Wardum.

Tann vitanin, sum allar mammur fáa í boði í Danmark í dag, hevur ført við sær, at nógv færri børn verða fødd við Down Syndrom. Vitan er fínt, men neyv vegleiðing skal fylgja við, sigur Sigrun Wardum.

- Sjálvandi skulu vit brúka tað tøkni og tað vísund, sum vit hava. Trupulleikin er, um fólk taka avgerð á skeivum grundarlagið, sigur Sigrun Wardum.

- Tað er alneyðugt at tey pør, sum fáa hesa vitan samstundis fáa vegleiðing um, hvat tað er at eiga eitt barn við menningartarni. Tey eiga at fáa vitan um, at eitt barn við Down Syndromi gott kann hava eitt gott lív, og at tey gott kunnu hava eitt gott lív, fyri tað um barnið ber brek, sigur Sigrun Wardum.

- Tað gevur so ótrúliga nógv at vera saman við menningartarnaðum. Tey eru ógvuliga spontan, og vísa so stóra gleði við minsta framstig - sovorðið, sum vit onnur taka fyri givið. Verðin verður so øgiliga nógv keðiligari, um hesi menniskju ikki eru her, sigur Sigrun Wardum.

Fríggjadagin var altjóða Down Syndrom Dagur, og Sosialurin setti í tí sambandi sjóneykuna á Down Syndrom.

 

(Myndin er av Danilellu úr Klaksvík)

Les meira í vikuskiftis Sosialinum.