Eiga ikki at hjálpa Grikkalandi

Borgarstjórin í London, Boris Johnson, heldur ikki, at ES eigur at hjálpa Grikkalandi burtur úr búskaparkreppuni. Hann heldur harafturímóti, at grikkar hava verið so ábyrgdarleysir, at teir eiga at verða koyrdir burtur úr evrusamstarvinum.

Boris Johnson heldur annars lítið um evruna. Í grein í blaðnum Daily Telegraph skrivar hann, at evran hevur gjørt altjóða búskaparkreppuna verri, enn hon annars hevði verið, tí evran hevur gjørt, at fleiri stjórnir hava verið líka ábyrgdarleysar sum bankarnir.

London-borgarstjórin skrivar at enda, at Bretland eigur ikki at taka lut í ES-ætlanini at bjarga Grikkalandi.