Tingfólk viðgjørdu í dag grannskoðarafrágreiðingina um landsroknskapin fyri 2014.
Løgtingsgrannskoðararnir hava nógvar atfinningar og í veruleikanum er tað soleiðis, at tær hvassastu átekningarnar hava verið at sæð í fleiri ár.
Tað tykist tó ikki at hjálpa.
Tingfólk vóru sum heild samd um, at nú mugu átekningarnar takast í fullum álvara.
-Ja, eg fari at heita á landsstýrið um at syrgja fyri, at grannskoðararnir næstu ferð kunnu koma við einum blonkum pappíri, har ongar átekningar eru á, segði Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi.
Framsøgumaður Fólkafloksins, Jacob Vestergaard, helt, at hóast atfinningarnar eru hvassorðaðar, so heldur hann, at tað gongur rætta vegin.
-Eg haldi, tað er munandi betri, enn tað plagar at vera, segði hann.










