Eiga ikki at blanda seg

- Meiningar kunnu vera ymiskar, men eg haldi ikki, at tað liggur innanfyri karmarnar hjá uttanlandsnevnini at blanda seg, hvussu makreltilfeingi undir Føroyum skal lutast, sigur Jacob Vestergaard

FINGRARNAR BURTUR

Í einum trúnaðarskjali, sum uttanlandsnevndin hevur sent landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, mælir ein stórur meiriluti í nevndini til, at umleið 60.000 tons av føroysku eginkvotuni av markreli í ár verður lutað Havstovuni til royndir og annars verður selt hægstbjóðandi.
Hetta er tann parturin av tillutaðu eginkvotuni, sum fer út yvir tey tonsini, ið liggja uttan fyri tey 15% av heildarkvotuni, sum fiskifrøðin mælir til kunnu fiskast av makreli í Norðuratlantshavi í 2011.

Óheppin viðger
Jacob Vestergaard heldur tað vera óheppið, at eitt slíkt skjal, sum er í trúnaði, verður latið øðrum – ikki minst í einum máli, sum hesum, har Føroyar stríðast við stór lond um síni rættindi.
- Uttanlandsnevndin er sjálvandi vælkomin við tilmælum um, hvussu Føroyar skulu takla hesi viðurskifti mótvegis teimum, vit standa yvirfyri. Ymiskar meiningar kunnu vera um, hvussu nógv nevndin eigur at blanda seg í innanlandsviðurskifti, men persónliga haldi eg ikki, at uttanlandsnevndin eigur at blanda seg í, hvussu býtið av kvotuni verður skipað her heima. Hon eigur í fyrsta lagi at halda seg til uttanlandsviðurskifti.
Landsstýrismaðurin heldur, at sjálvandi eigur nevndin at hava sínar meiningar um, hvørji føroysku sjónarmiðini mótvegis hinum tjóðunum eiga at verða, og hon eigur soleiðis eisini at hava sínar meiningar um vísundaligar kanningar.
- Men, hvussu ávísa býti her heima fer fram, haldi eg persónliga liggur uttanfyri virkisøkið hjá uttanlandsnevndini, sigur Jacob Vestergaard, sum ikki hevur hug at gera fleiri viðmerkingar til trúnaðarskjalið, sum uttanlandsnevndin hevur latið honum, og sum nú er likið út til almenningin.

Til ummælis
Landsstýrismaðurin væntar, at tá hendan vikan er liðug, verður ein kunngerð klár, sum ásetir eginkvotuna, og hvussu hendan verður býtt millum skipabólkarnar.
- Áðrenn kunnugerðin verður lýst, verður hon fyrst send Fiskivinnuráðnum til hoyringar, sigur Jacob Vestergaard.