Sólvit Simonsen
????????????????????
Eg lurtaði eftir tingfundi viðvíkjandi uppskoti um tey samkyndu, har uppskotstillari vildi hava fólk til at úttala seg, og fari eg tí at loyva mær at siga mína meining.
Man skal vera varin sum kristin tjóð, ikki at blanda seg upp í Guds lóg. Í Gamla Testamenti 18. kap. í triðju Mósebók 22. vers stendur soleiðis skrivað: Tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við kvinnu; tað er andstygd.
Og í Nýggja Testamenti, Rómverjabrævið 1. kap. 26. og 27. vers: Tí gav Guð teir upp í skammloysis girndir; tí at bæði konufólk teirra skiftu hin náttúrliga umgang um við hin ímóti náttúruni, v27 og á sama hátt løgdu eisini mannfólkini av hin náttúrliga umgang við konufólk og brunnu í fýsni sínum hvør at øðrum, so at mannfólk gjørdu skemdargerð við mannfólki og fingu afturfyri á seg sjálvar tað viðurlag fyri villu sína, sum beint var.
Tí meini eg man skal vera varin at fara og gera eina lóg fyri ein einstakan bólk, um ikki lógin heldur yvir fyri menniskjum, sum antasta onnur fólk, so geri hana so at hon heldur. Eg ivist ikki í, at hesi fólk eru líka friðarlig og góð sum øll onnur menniskju og tí eiga tey saman við øðrum menniskjum at fáa frið.
Hetta er ikki skrivað við nakrar ringari meining, men sum sagt, biðið er um meiningar og hetta er mín.










