Skip og handil
Teir hava keypt nógv og hava verið nógv frammi í fjølmiðlunum. Eru blíðir og fryntligir at tosa við, og tú fært tað at vita, sum spurt verður um. Men krónutøl nyttar ikki nógv at spyrja um. Tað er, sum hjá øðrum, ið keypa og selja. Prísir verða vanliga ikki upplýstir, og soleiðis er tað nú bara. Tað er privat. Men tú fært at vita, at eginpeningurin í seinasta keypinum er føroyskur, og tað eru lánveitararnir eisini.
Í einum
Herfyri keyptu Osmund Justinussen og synir í Leirvík tríggjar handilsfyritøkur í einum "rendi". Teir keyptu bakaríið hjá Gunleivi, Statoil-støðina á Argjum og matvøruhandilin hjá Pidda á Toftum.
Tað verður eitt samtak, sum fer at reka henda partin av handilsvirkseminum, og handilsleiðari er David Nordendal, sum eisini eigur ein minni part í hesum virksemi.
Graml hevur verið um norskan pening, men tað avsanna bæði faðir og synir.
Umframt handilsfyritøkurnar, sum leirvíkingarnir keyptu herfyri, hava teir frammanundan eitt nú keypt Volvo á Hálsi, har teir eisini umboða Renault og Chevrolet. Hesa fyritøku hava teir átt í nøkur ár.
Fyri einum ári síðan keyptu teir Hotel Hafnia, og nú eiga teir so eisini tær tríggjar fyritøkurnar, bakaríið hjá Gunleivi, Statoil-støðina á Argjum og handilin hjá Pidda á Toftum.
Aftrat hesum hevur ein av synunum hjá Osmundi, Gunnar Justinussen, eisini Dekksentrið, sum hevur fyritøku á Hálsi og aðrar seks fyritøkur í Íslandi.
Leirvíkingarnir eiga eisini aðrar bygningar, sum teir hava keypt.
Keyp og søla
Byrjanin til alt hetta virksemið hjá Osmundi Justinussen og synum eru skipini, Stjørnan, Polarhav, Sæborg, Sjóborg og Havborg.
Herfyri seldi reiðaravirkið í Leirvík trolbátin, Fríðborg til Kjartan Joensen, og báturin kallast nú Birtingur.
Nú eigur Kjartan Joensen soleiðis báðar trolbátarar, sum komu sama dag úr Íslandi, Norðleiv og Birting.
- Onkur vil selja, og onkur vil keypa. Soleiðis er nú einaferð við "forrætning", siga teir í Leirvík.Tá ið Sosialurin spyr eigararnar, um ætlanin er at gera uppaftur fleiri íløgur í vinnulívið á landi, siga teir:
- Tað er ilt at siga beint nú. Vórðu vit spurdir fyri 14 søgum síðan, høvdu vit sagt tað sama, men síðan hava vit keypt hesar tríggjar handilsfyritøkurar aftrat.










