Eiga at virka fiskin

Tað er ikki bara í Føroyum, at politikarar tosa um at virka ein størri part av fiskinum á egnum virkjum heldur enn at selja hann óvirkaðan av landinum. Tað ætlar landsstýrið í Grønlandi eisini, men sambært flokkinum Siumut gongur arbeiðið alt ov seint.
Flokkurin vísir á, at í Qaasuitsup kommunu eru meiri enn 1.500 fólk arbeiðsleys. Samstundis er økið miðdepil fyri svartkalvaveiði, men kortini vórðu 15.000 tons av óvirkaðum svartkalva send av landinum í 2009. Tí vil Siumut hava landsstýrið at seta meiri ferð á sínar ætlanir.