Eiga at viga flogferðafólk

Fólk, sum viga nógv, eiga at rinda meiri fyri flogferðaseðilin enn hini. Tað skrivar professarin Bharat P. Bhatta í tíðarritinum Journal of Revenue and Pricing Management.

Eitt hugskot er at leggja vektina hjá ferðafólkinum og ferðagóðsi hansara/hennara saman og at hava ein kiloprís. Eitt annað hugskot er at hava ein grundprís fyri øll, men at tey serliga tungu rinda eyka. Tað triðja hugskotið hjá professaranum er at flokka ferðafólk í tríggjar vektbólkar. Sjálvur heldur hann, at hetta hevði verið tann mest einfalda loysnin.

Bharat P. Bhatta er ikki einsamallur um hugsjónina at lata tung fólk rinda meiri fyri at ferðast við flogfari. Blaðstjórin á Journal of Revenue and Pricing Management skrivar í einari viðmerking, at tað er ikki annað enn rímiligt, at tey tungu rinda meiri enn hini, tí teirra vekt er viðvirkandi til størri luftdálking.