Eiga at átala

Amnesty ynskir, at stjórnin átalar mannarættindabrot á altjóða fundum.

Hóast Føroyar eru ein pinkutjóð í altjóða høpi, er føroyski framferðarhátturin í millumtjóða viðurskiftum ikki týdningarleysur.

 

- Vit hava ikki viðgjørt hendan spurningin í nevnd enn, og tískil fái eg ikki heilt svara tær. Men sannføringin hjá Amnesty International Føroyar er, at Turkaland, Kina og Russland í nógv størri mun eiga at vera kolldømd, sigur Lív Patursson, virkandi aðalskrivari fyri føroysku deildina hjá Amnesty.

 

Les eisini: HRW: Londini ivasom

 

Hon vísir á, at Føroyar ikki eiga at vera kúrrar um brot á mannarættindaviðurskifti, tá ið altjóða fundir á skrá.

 

- Eitt er at gera handilsavtalur við londini, men samstundis at vera kvirr um støðuna í eitt nú Turkalandi er ikki í lagi. Amnesty leggur trýst á almenn umboð, ið hitta turkiskar myndugleikar og stjórnarovastar, um at átala teirra framferðarhátt. Samstundis verður kravt, at mannarættindaverjar, tíðindafólk og aðrir órættaðir borgarar verða leyslatnir beinanvegin. Hetta áttu føroyskir myndugleikar tikið til sín, og kanska tikið av høvinum at átala framferðini hjá hesum londunum, heldur enn at nøra tað, sigur Lív Patursson.

 

Les eisini: Handil er handil

 

Spurd hvørt Føroyar veruliga hava ráð at seta í váða virðismiklar handilsavtalur, vísir virkandi aðalskrivarin á, at tað er nógv kostnaðarmiklari ikki at virða mannarættindini og hjálpa teimum, ið eru fyri mismuni.

 

- Vit hava ikki ráð at lata vera. Heimurin er í loga og vit, sum hava yvirskot, orku og vitan, eiga at standa saman og gera alt í okkara megi at leggja trýst á tey, sum ikki virða heilt grundleggjandi mannarættindi og virðing fyri sínum borgarum, sigur Lív Patursson.