Eiga at prístalsregulera blokkin

Eg skilji ikki teir politikarar, sum av berum stoltleika og nationalismu, ikki vilja tosa um at prístalsregulera blokkin, nú vit hvønn dag síggja, at játtanirnar til millum annað gomul og sjúk, mugu skerast inn á bein. [inngangur endar]

Dagtilhald lata aftur. Ungar gentur verða ikki koppsettar fyri lívmóðurhálskrabba. Pensjónistar missa stuðul til heilivág. Árliga pensjónshækkingin lækkar. Óhjálpin liggja heima, tí pláss er ikki fyri teimum á stovnum o.s.fr. Hetta eru Føroyar í 2009.

 

Alt hetta kunnu vit fáa uppá pláss við eini einstakari samtykt. Um vit samtykkja at prístalsregulera blokkin aftur, og oyramerkja pengarnar til hesi og onnur átrokandi øki, so eru trupulleikarnir loystir.

 

Einasta forðingin er nationalistiskur stoltleiki. Politikarar vilja ikki viðganga, at vit hava brúk fyri hesum pengunum. Vit skulu ”seta føtur undir egið borð”, ”ráða í egnum landi”, o.s.fr., og so mugu gomul og óhjálpin liggja sum tey liggja.

 

Hvussu leingi kunnu vit lata hetta sosiala óskilið standa við av berum nationalistiskum fjanti?

 

Eg skal fegin vera tann fyrsti at játta mín stuðul til at prístalsregulera blokkin aftur, og lata øktu inntøkuna fara til nevndu øki.