Formaður Sambandsfloksins trýr ikki uppá, at Føroyar fáa størri avgerðarrætt innan NATO við at gerast sjálvstøðugir limir.
? Vit skulu vera limir gjøgnum Danmark og síðani hava okkara ávirkan við at vera aktiv við umboðan í donskum uttanríkispolitiskum nevndum, eins og vit fingu í boði undir seinastu samgongu, sigur Edmund Joensen.
Hetta, heldur Edmund Joensen, hevði givið okkum bæði innlit og ávirkan á økinum.
Neyðugt við limaskapi
Formaður Sambandsfloksins vil ikki gera viðmerkingar til, hvørja verjupolitiska støðu, hann heldur, at vit skulu hava í einari nýggjari ríkisrættarligari skipan.
? Vit eru limir í ríkisfelagsskapinum, og tað er tí, vit eiga at tosa út frá, vísir Edmund Joensen á.
Men formaður Sambandsfloksins stendur kortini fast við, at Sambandsflokkurin altíð hevur hildið, at vit eiga at vera limir í NATO.
? Tað ber als ikki til at hugsa, at vit kunnu vera uttan fyri NATO. Tí brestur kríggj á, so hava vit beinan vegin trygdarpolitiskan áhuga, vísir Edmund Joensen á.
Leypa tingið um
At landsstýrið hevur kannað møguleikarnar fyri sjálvstøðugum limaskapi í NATO uttan at spyrja tingið eftir, tað heldur Edmund Joensen minna um einaræði.
? Landsstýrið vanvirdi tingið, bæði tá tað vendi sær til ST um fullveldismálið, og tá løgmaður vildi á tal við NATO aðalskrivaran um møguleikarnar fyri sjálvstøðugum limaskapi í NATO, sigur Edmund Joensen.










