Eiga at hava ráðgevandi fosturtøkunevnd

Miðflokkurin hevur lagt fram uppskot um at stovna eina ráðgevandi fosturtøkunevnd Nevndin, sum Miðflokkurin mælir til at stovna, skal ráðgeva teimum kvinnum, sum ætla sær fosturtøku, og málið hjá nevndini verður at finna teimum einstøku umsøkjarunum annan møguleika enn fosturtøku og á tann hátt at minka um fosturtøkutalið í Føroyum.

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður, at ein avgerandi fyritreyt fyri galdandi fosturtøkulóg frá 1956 er holl ráðgeving frá teirri sokallaðu ?mødrehjælpen?, sum virkaði í Danmark.

Men ein slík ráðgeving fekst ongantíð at virka í Føroyum. Ístaðin kom ein fyribilsskipan, har læknin, sum fremur fosturtøkuna, og annar lækni koma í staðin fyri ?mødrehjælpen?. Hendan fyribilsskipanin er galdandi enn, men nú vil Miðflokkurin hava eina ráðgevandi nevnd ístaðin.