Eiga at flyta Løgtingið til Klaksvíkar

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, er ikki fegin um, at løgtingsmenn tosa um at savna allar tær maritimu útbúgvingarnar í Klaksvík heldur enn at hava eitt sindur í Havn, eitt sindur í Klaksvík og eitt sindur í Vestmanna. Tað ger ikki hýrin á borgarstjóranum betur, at tingmenn tosa um at leggja Vinnuháskúlan til Klaksvíkar og at leggja hann undir Klaksvíkar Sjómansskúla.

-Hetta er nýhugsan við lít. Sum ikki eina ferð er undirliggjandi tankin, at at nú er aftur eitt høvi at fáa okkurt úr Havnini, sum trívist væl her, skrivar Heðin Mortensen í einari viðmerking.

Borgarstjórin í høvuðsstaðarkommununi heldur, at løgtingsmenn hava skrúvað høvdið av og sett sær fyri, at alt, sum virkar væl, skal sundurlagast. Hann minnir samstundis politikararnar á, at verður Vinnuháskúlin fluttur til Klaksvíkar, skulu allar íløgurnar gerast av nýggjum.

-Teir áttu heldur at flutt okkurt, sum als ikki virkar, til Klaksvíkar. Tað besta og met sjálvsagda hevði verið at flutt Løgtingið norður, skrivar Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í viðmerkingini.