Bogi Andreasen, varaborgarstjóri:
----
- Kampingplássið úti Við Strond er gamalt. Nøkurlunda skipað virksemi kom har fyri meira enn 30 árum síðan, og tá varð gjørt vesi og baðirúm í tveimum skúrum hjá Guttesen og Staksberg. Seinni er bygdur ein skúrur aftrat, sum partvíst er til konufólk, og partvíst er til matgerð og matstovu.
- Hesir skúrar eru alt annað enn tíðarhóskandi, og hóast roynt hevur verið at halda teir við líka, so krevja teir stórar umvælingar ella útskifting. Standurin er so vánaligur, at útlendsk vitjandi beinanvegin gera vart við sína misnøgd.
- Nýliga er tað hent, at býararkitekturin hevur latið gera tekningar av einum bygningi, sum eftir ætlan verður staðsettur á sama øki sum verandi. Annað arbeiði, t.d. nýggjur rottangi, skal eisini gerast.
- Málið var fyri á seinasta fíggjarnevndarfundi, har samtykt varð av játta hálvaaðru miljón til nýggja skúrin og kloakkeringina. Eg var ímóti hesum, tí eg meti í fyrsta lagi, at hetta als ikki er rætta staðið til kamping, at ábøturnar bara verða gjørdar tí tað er valár, og í triðja lagi, at nógv betur egnað øki eru í kommununi.
- Eg skeyt tí ístaðin upp, at vit fóru í holt við at finna eitt nýtt stað til hetta virksemið. Til dømis er eitt vælegnað stað uppi við Hotel Føroyar, sum tosað hevur verið um áður.
- Eg setti tí fleiri ferðir fyrispurning í fíggjarnevndini, um valda loysnin nú var tann rætta. Men eg haldi valfepurin er byrjaður - og hetta var lætta og skjóta loysnin, tí nú torir mann ikki at hugsa um langtíðarloysnir.
- Eg eri avgjørdur um, at vit sum skjótast eiga at staðseta eitt nýtt øki til kamping, og fari tí at skjóta upp, at vit beinanvegin fara undir at finna eina góða framtíðarloysn.
Bogi Andreasen
varaborgarstjóri