Jónfinn Olsen úr Miðvági hevur sitið í stjórnini í Miðflokkinum og hevur eisini verið uppstillaður fyri flokkin. Hann hevur fleiri ferðir umboðað Miðflokkin til kjak um tey samkyndu.
Í dag er hann ikki politiskt virkin, men hevur játtað at gera eina samrøðu, tí hann var skakaður av at hoyra um tann unga mannin, sum var bukaður, tí hann var samkyndur.
- Vit eru øll menniskju, heteroseksuell ella homuseksuell, hinduar ella muslimar, og fólk av øllum rasum. Vit eru øll skapt í Guds mynd. Eingin munur er á okkum, sigur Jónfinn Olsen
- Vit skulu ikki fordøma, men øll skulu taka avleiðingarnar av sínum egnu gerðum. Sum trúgvandi mugu vit duga at fyrigeva. Um vit ikki duga at fyrigeva, kann Gud heldur ikki fyrigeva okkum.
- Eg haldi, at vit áttu at sýnt virðing fyri hvørjum øðrum frá báðum síðum. Sjálvt um vit ikki góðtaka alt, so eiga vit at virða hvønn annan. Bíblian sigur, at alt er loyviligt, men ikki alt er gagnligt, greiðir hann frá.
- Vit eiga at elska øll, tí Gud ger ikki mannamun. Vit eiga at elska tann homoseksuella. Vit hava øll sama virði í Guds eygum. Men tað, sum vit velja, koma vit eisini at gjalda fyri tann dag, tá tíðin er komin. Tá er tað, at Guds orð kemur inn og sigur, at vit kunnu velja Kristus ella lata vera.
- Mín uppfatan er, at tey homoseksuellu eru einki øðrvísi enn vit, sum eru heteroseksuell, ella øvugt, sigur Jónfinn Olsen at enda.