Í kvøld verður høvi at fáa betri innlit í fjarskotna landið Tibet, tí tá verður almennur fyrilestur við heitinum »Tibetanar í tí modernaða Tibet. Ein myndafrágreiðing«. Fyrilesturin verður hildin, samstundis sum myndir av menniskjum og náttúru í Tibet verða vístar.
Fyrilesturin verður mánakvøldið 17. september klokkan 19.30 í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini, V.U.Hammershaimbsgøtu 16.
Tað er danska Ellen Bangsbo, sum heldur fyrilesturin. Ellen Bangsbo er útbúgving antropologur og hevur bachelor-útbúgving í tibetiskari mentan og samfelag. Hon hevur eisini útbúgving frá listahandverksskúlanum, Skolen for Brugskunst, í Keypmannahavn.
Ellen Bangsbo hevur í nógv ár búð og arbeitt í Tibet, Nepal og India. Hon hevur skipað fyri ferðum og verið ferðaleiðari í Tibet, og hon hevur granskað og íðkað tibetiska buddhismu í 30 ár. Ellen Bangsbo heldur fyrilestrar, tekur myndir og hevur skrivað nógvar greinir um tibetiska mentan.
Í morgun vitjaði Ellen Bangsbo Rás2, har hon greiddi frá um Tibet, og ferðum hennara til Tibet. Spurd um tað hevði verið eitt gott hugskot at bjóða andaliga leiðaranum og kenda frælsisstríðsmanninum, Dalai Lama til Føroya, svaraði Ellen Bangsbo: - Tað er upplagt at tit bjóða Dalai Lama til Føroya, hann hevur jú verið á vitjan í Íslandi, so hví ikki vitja Føroyar eisini?
Ellen Bangsbo heldur, at ein samvinna millum Føroyar og Tibet hevði verið góð og mennandi, og at tað er heldur Tibet, sum hevur nakað at læra av Føroyum enn hinvegin. Niðast á greinini ber til at hoyra alt tað, sum Ellen Bangsbo greiddi frá í Rásarúminum fyrrapartin.
Tað eru Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fólkaháskúli, ið skipa fyri fyrilestrinum hjá Ellen Bangsbo, sum er almennur og ókeypis. Høvi verður at seta spurningar, og øll eru hjartaliga vælkomin.