Gongdin á altjóða virðisbrævamarknaðunum í fjør kom almenna norska oljugrunninum so væl við, at avkastið hjá grunninum lá um 8,5 prosent, skrivar Aftenposten. Tað svarar næstan til hækkingina á altjóða marknaðunum í fjør, sum var 10 prosent.
Serliga oktober ársfjórðingur royndist væl, og sambært Aftenposten vaks avkastið hjá oljugrunninum líka nógv tríggjar teir seinastu mánaðarnar sum allar hinar mánaðarnar í fjør. Teir fyrstu tíggju mánaðarnar vaks virðið umleið 10 milliardir krónur um mánaðin, og tann 30. november var virðið 998 milliardir krónur. Aftenposten roknar við, at oljugrunnurin var 1025 milliardir krónur verdur nú á nýggjárinum.
Tað svarar til 220.000 norskar krónur fyri hvørt mansbarn í Noregi, og tað eru 40.000 krónur meiri enn fyri einum ári síðani, skrivar blaðið.










