Fremsti íslendski fótbóltsspælarin, Eidur Smári Gudjohnsen, skrivaði í gjár undir við spanska stórfelagið, FC Barcelona.
Talan er um fýra ára sáttmála við sponsku meistararnar og Champions League-vinnararnar, sum mugu rinda Chelsea 90 mió krónur fyri spælaran. Hetta er nógv tann størsti handilin, sum ein íslendskur spælari hevur verið partur av, og tað dupulta av tí, sum Chelsea fyri seks árum síðani rindaði Bolton fyri undirskriftina hjá Eidur.
Eidur Smári er tann útlendski spælarin, sum hevur spælt næst flestar dystir fyri Chelsea. Hann hevur í 263 dystum skotið 78 mál, og tað er bert Gianfranco Zola av teimum útlendsku spælarunum, sum kann vísa á slík tøl í Chelsea-búnanum.










