Eidur sólaði sær á Mallorca

Sunnukvøldið spældi spanska meistaraliðið FC Barcelona ímóti Mallorca í La Liga, og tað endaði við tryggum sigri til Barcelona. Hóast sólin ikki var frammi, kundi íslendski álopsspælarin hjá Barcelona, Eidur Gudjohnssen, rættiliga sóla sær undir teimum bblonku stadiónljósunum. Eidur skoraði nevniliga til bæði 1-0 og 2-0 fyri Barcelona, og hann var maðurin, sum legði grundarlagið undir sigurin á 4-1. Barcelona manglar fleiri av sínum týðandi álopsspælarum, men teir saknaði liðið ikki í gjárkvøldið.