Eiðis kommuna setur forboð fyri at yvirnátta við húsvogni/bili

Tað er púra beint av Eiðis kommunu at seta forboð fyri at yvirnátta við húsvogni/bili á almennum støðum. Teir hava jú eitt kampingpláss í bygdini.

 

Vit hava í dag 20 kampingpláss kring oyggjarnar í Føroyum, og tí er tað møguligt hjá øllum útlendingum at fáa pláss at gista á einum kampingplássi.

 

Fleiri av kampingplássinum í Føroyum eru sera góð og hava allar hentleikar, so tí er tað eingin grund hjá nøkrum at standa við sínum húsvogni/bili á almennum stað um náttina.

 

Her er jú pengar at forvinna, og kundu teir komið kampingplássunum til góðar, so tey kundu betra sínar umstøður upp aftur meira.

 

Eg vildi ynskt, at fleiri kommunur og tað almenna annars, vildu gjørt meira við at víst útlendskum kampistum á nærmasta kampingpláss.

 

Um útlendingar skulu standa á einum almennum ella privatum plássi, so skula teir, eins og føroyingar, spyrja ánaran um loyvið at standa har. Um so ánarin gevur loyvi, ja, so er tað sjálvandi OK at teir yvirnáttar.

 

Eg var við húsvogni í Gjógv í fjør summar. Vit vóru á kampingplássinum, sum varð tikið í nýtslu í fjør. Eitt sera gott og nossligt kampingpláss við góðum útsýnið. Meðan vit vóru har, sóu vit ein húsbil standa á endanum á einum uppdyrkingarvegi og ein húsbil á P-plássinum við kirkjuna, báðir síggja beint á kampingplássið, sum er í bygdini.  Teir skuldu sjálvandi heldur staði á kampingplássinum og goldið til plássið, so ferðavinnan í økinum fekk pengar, heldur enn at eingin far nakað burturúr.

 

Vónandi fara fleiri kommunur og landið annars at verða meira úti um seg.

 

Nakrir persónligir tankar.

Vinarliga

Ivan Skorheim

Formaður, Camping.fo