Eiði fær mentanarhús

Í Eiðis kommunu eru tey í holt við at umskapa fimleikarhøll, skiftirúm og goymslurúm í skúlanum til ein mentanardepil í kommununi.

Í Eiðis kommunu eru tey í holt við at umskapa fimleikarhøll, skiftirúm og goymslurúm í skúlanum til ein mentanardepil í kommununi.

 

- Nú vit hava ítóttarhøll, er ikki so nógv brúk fyri fimleikarhøll. Tí hava vit samtykt at umskapa partar av hesum hølum í skúlanum til eina - um vit kunnu siga - mini Løkshøll, soleiðis sum vit kenna hana í Runavík.

 

Tað sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini.

 

Hann vísir á, at skiftirúmum og goymslurúm, sum eru knýtt at fimleikarhøll skúlans, eru umbygd til fimm venjingarhøli til musikkskúlan og møguligar tónleikabólkar at brúka.

 

- Haraftrat ætla vit, at sjálv fimleikarhøllin, sum liggur beint við, kemur at hava á leið somu karmar og møguleikar sum Løkshøll, tó í minni format. Her verða sitipláss til umleið 200 fólk, ið vit halda er ógvuliga hóskandi til framførslur av ymiskum slag.

 

Jógvan í Skorini sigur, at nú umklæðingarrúm og goymslurúm eru umbygd til venjingarhøli, hevur Eiðis kommuna eisini samtykt at seta pening av til liðugtgerð av fimleikarhøllini.