Eidesgaard vil styrkja Búskaparráðið

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum vil samskipa Búskaparráðið og aðrar almennar stovnar fyri at betra um umstøðurnar hjá Búskaparráðnum Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, segði í dag, at Búskaparráðið hevur ov vánaligar arbeiðsumstøður, og at nú eru tveir møguleikar. Antin fær Búskaparráðið meira pengar at arbeiða við, ella kann ráðið tað sama takast av.

- Eg havi onga ætlan um at niðurleggja Búskaparráðið. Tað er av stórum týdningi, at politiski myndugleikin fær meiningar og ráð um aktuell viðurskifti í samfelagnum frá eit tnú einum búskaparráði, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður við fíggjarmálum.

- Eg arbeiði við ein loysn, har nakrar fuktiónir í samfelagnum verða samskipaðar, sigur hann.

Eitt hugskot er at samskipa arbeiðið hjá Búskaparráðnum og Landsbankanum, Hagstovuni og lutvíst Fíggjarmálaráðnum.

- Hesir stovnar arbeiða allir við at savna upplýsingar um ymisk viðurskifti, og eg kundi hugsa mær, at skrivstovan hjá Búskaparráðnum var í Landsbankanum, sum hevur útbúgvin fólk at taka sær av innsavnan av data, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Harafturat hevði ein møguleiki eisini verið at minka Búskaparráðið úr fimm limum og niður í tríggjar limir. So høvdu pengarnir alt annað eisini rokkið longur, sigur hann.