Eidesgaard verjir Torbjørn Jacobsen

Jóannes Eidesgaard peikar beinleiðis á Eik Banka, tá hann skal verja landsstýrismannin hjá sær. Tá Eik Banki ikki vildi taka pant í partabrøvunum, so er tað væl í lagi at Torbjørn Jacobsen keypir tey út fyri áljóðandi virði, sigur løgmaður

KANNING: Tað er prógvað, at Torbjørn Jacobsen og pápi hansara í 2004 keyptu fyri eina millión krónur í partabrøvum í Atlantic Petroleum úr sínum egna partafelag, Kongshavnar Útgerðarfelag, fyri kurs 100, hóast partabrøvini um sama mundið vórðu virðismett til kurs 265. Hetta hendi, samstundis sum Kongshavanar Útgerðarfelag var í gjaldføristrupulleikum av rækjutrolaranum Napoleon og tí hevði brúk fyri reiðum peningi til raksturin.

Tað fekk andstøðuna í løgtinginum at sáa iva um, hvørt landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og tilfeingismálum hevur tikið virði úr sínum egna partafelag fyri undirprís. Jóannes Eidesgaard brúkti páskirnar til at viga sín landsstýrismann, og fyrrapartin kom niðurstøðan: Einki er at koma eftir. Torbjørn Jacobsen hevur handlað í góðari trúgv.

Løgmaður vendi aftur og aftur til eitt argument, tá hann á Rás2 fyrrapartin vardi sín landsstýrismann. Argumentið er Eik Banki.

Torbjørn Jacobsen hevur alla tíðina vart seg við, at Eik Banki vildi ikki taka pant í partabrøvunum, sum Kongshavnar Útgerðarfelag átti í Atlantic Petroleum. Tilsamans ein millión krónur. Kreppan í rækjuvinnuni tyngdi reiðaríið, sum tá átti rækjutrolaran Napoleon. Reiðaríið hevði brúk fyri reiðum peningi til raksturin, og hesin peningur skuldi millum annað útvegast við at pantseta partabrøvini í Atlantic Petroleum. Men tað vildi Eik Banki, sum var fíggingarstovnur hjá reiðarínum, ikki. Tí valdu Torbjørn Jacobsen og pápi hansara sjálvir at keypa partabrøvini úr sínum egna partafelag fyri áljóðandi virði, nevniliga kurs 100.

- Eftir at felagið til fánýtis hevði roynt at pantseta partabrøvini í Eik Banka, so er tað væl í lagi, at Torbjørn Jacobsen sjálvur keypir partabrøvini, sigur Jóannes Eidesgaard.

Løgmaður heftir seg við, at tá partabrøvini eru handlað frá Kongshavnar Útgerðarfelag til Torbjørn Jacobsen, var eingin almennur kursur ásettur.


Heitar dagfestingar

Sambært uppritinum, sum løgmaður byggir sína niðurstøðu á, eru partabrøvini handlaði 4. november 2004, og handilin er skrásettur hjá Atlantic Petroleum 11. november 2004. Og ikki fyrr enn 16.desember fer kapitalhækkingin í Atlantic Petroleum fram, og tástani verða partabrøv í Atlantic Petroleum alment seld fyri kurs 265.

Tað, sum serfrøðingabólkurin við Marjuni Hanusardóttir, Peturi Alberg Lamhauge, Jógvani Amonsson og Eyðfinni Jacobsen ikki nevnir í sínum uppriti til løgmann, er at prospektið viðvíkjandi Atlantic Petroleum var liðugt og undirskrivað longu 7. oktober 2004. Heldur ikki, hóast ein av teimum, sum skrivaði undir prospektið 7. oktober 2004, var júst Jógvan Amonsson, ríkisgóðkendur grannskoðari hjá Spekt. Í hesum prospekti stendur beinleiðis, at partabrøvini í Atlantic Petroleum skulu seljast fyri kurs 265.

- Sum eg skilji, so eru greiðar mannagongdir fyri, hvussu eitt prospekt verður gjørt, umframt at upplýsingar um prospekt og kursin vanliga verða hildnar tætt inn at kroppinum. Eg kann bara fyrihalda meg til metingarnar hjá mínum serfrøðingum, sigur Jóannes Eidesgaard, tá hann verður spurdur um hesar dagfestingar.

Og løgmaður vendir síðani aftur til Eik Banka:

- Eg trúgvi, at kurs 100 fyri hesa søluna er á góðari leið. Tað vildi Eik Banki jú ikki gjalda Kongshavnar Útgerðarfelag fyri partabrøvini í Atlantic Petroleum.



…..

(HETTA SKAL STANDA Í FAKTABOKS FYRI SEG!!!!)


Brot úr uppritinum, sum Jóannes Eidesgaard byggir sína avgerð á:


”Við at gjøgnumganga dagbløð í tíðarskeiðnum september-desember 2004, umframt at tosa við ymiskar viðkomandi persónar ber ikki til at staðfesta, at hægri kursurin á partabrøvunum hjá p/f Atlanskolvetni varð alment kendur, tá Kongshavnar Útgerðarfelag seldi partabrøv síni til m.o. Torbjørn Jacobsen. Hægri kursurin varð alment kendur 16. desember 2004, tá prospektið varð almannakunngjørt.”


”Onki bendir á, at hægri kursurin á partabrøvunum hjá p/f Atlanskolvetni varð alment kendur, tá Kongshavnar Útgerðarfelag í 2004 seldi partabrøv síni til m.o. Torbjørn Jacobsen.”





……..

MYNDATXT (TIL MYND AV EIDESGAARD & TOBBA)


Løgmaður verjir sín landsstýrismann í fiskivinnu- og tilfeingismálum.