- Veljarin revsar okkum fyri tey átøkini, sum vit halda verða neyðug at fremja í føroyska samfelagnum, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum eftir vánaliga veljarakanning Seinasta veljarakanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting, vísir, at hevði val verið nú, hevði Javnaðarflokkurin bert fingið 16,1 prosent av atkvøðum, og flokkurin hevði farið niður á 5 tinglimir. Javnaðarflokkurin fekk á løgtingsvalinum í 2008 19,3 prosent av atkvøðunum og 6 tinglimir, men síðani hava tvær veljarakanningar givið flokkinum dyggan frammaná.
Bæði seinasta veljarakanningin og farna løgtingsval eru langt frá farnari stórtíð hjá Javnaðarflokkinum í føroyskum politikki.
- Tað er lítið hugaligt aftur nú at fáa eina vánaliga veljarakanning, og nú er tað mín uppgáva at finna út av, hvør orsøkin er til hetta, sigur Jóannes Eidesgaard við Rás2.
- Eg fái tað bara til, at Javnaðarflokkurin er í einari støðu í samgonguni, har vit sita á teimum málsøkjum í landsstýrinum, sum eru nógv frammi fyri at spara. Og veljarin revsar okkum fyri tey átøkini, sum vit halda verða neyðug at fremja í føroyska samfelagnum, sigur hann.
Vánaligu veljarakanningarnar fáa tó ikki Jóannes Eidesgaard at ivast í samstarvinum í ABC-samgonguni.
- Vit eru farin við í hetta samstarvið fyri at taka nøkur tøk. Hetta er ein trupul tíð, sum vit liva í, og tað er neyðugt við einum politikki, sum er neyvur og fastur. Tað hava vit sett okkum fyri at fremja, og tað vilja vit halda fram við, sigur Jóannes Eidesgaard.