- Tað er eitt sera áhugavert íkast til kjakið, tá Búskaparráðið kemur við uppskoti um skattaumlegging, har lønarskatturin verður minkaður og bústaðarskatturs settur í staðin, heldur Jóannes Eidesgaard
Í eini tíðargrein í Sosialinum í dag kemur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri við nøkrum nýggjársynskjum. Eitt nú, at tað bert skulu vera tvær eykajáttanarlógir í ár, ein á vári og ein á heysti.
Hann vísir eisini á, at vit mugu tora at taka kjakið upp um inntøkusíðuna á fíggjarlógini.
- Er tað rætt, at vit framhaldandi bara skatta lønir. Hvørja ferð fleiri krónur skulu brúkast, so stilla vit somu skrúvu, nevniliga skattin á lønini, meðan onnur viðurskifti í samfelagnum liggja púrasta óskattaði, skrivar Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir til Búskaparráðið, sum nevnir uppskot um eina skattaumlegging, har lønarskatturin verður minkaður, og í staðin verður ein bústaðarskattur settur í verk.
- Eitt sera áhuagvert íkast til kjakið um breiðkan av skattagrundarlagnum. Hesin hevði so síðurstillað leigarar og eigarar, umframt at hesin hevði skattað tey mongu, sum eftirhondini eru skattafrí í okkara samfelag eitt nú tey mongu, sum eru undir DIS, NIS ella FAS, heldur fíggjarmálaráðharrin.
Hann skrivar eisini, at vit ikki enn hava sett spónin í greytin, tá tað kemur til at krevja gjald fyri alt tilfeingið, sum almenna Føroyar býta út ókeypis hvørt einasta ár. Her heldur hann eisini møguleikar vera, sum kunnu lætta um hjá lønmóttakaranum, sum hevur staðið einsamallur við rokningini øll árini.
- Tað verður neyðugt, at vit tora politiskt at viðgera allar spurningar bæði viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum. Einki má sigast at vera ov ?heilagt? fyri nakran, at tað ikki kann viðgerast í álvara. Tað er júst áðurnevnda mandat hjá samgonguni, sum krevur av okkum sum landsstýrið, at vit taka neyðug stig.
Greinin kann lesast á.
InternetSosialurin