Eidesgaard og Gore í sponskum blað

Í dagsins útgávu av La Razón, sum er fjórðstørsta blað í Spania, er grein við Jóannes Eidesgaard og Al Gore. Myndin er tikin á trappuni hjá løgmanni úti í Tinganesi, har løgmaður handar honum eina bók ? um hetta er Barbara hjá Jørgen Frantz Jacobsen ella Glataðu Spælimenninir hjá William Heinesen, er heldur ógreitt, men hann fekk báðar bøkurnar ? sum báðar eru varðar í føroyskum skaldskapi.

Tað er Miguel Mielgo, blaðmaður, sum skrivar greinina.

Ilt er at meta um, hvussu stóran týdning tað hevur, at persónar sum Bill Clinton og Al Gore koma til Føroya, men bara tað, at hetta fær Føroyar í heimspressuna hevur ómetaligan týdning, nú vit so fegin vilja ?seta Føroyar á heimskortið...?

Greinin sæst her:

LA RAZÓN