At Hendrik Old, tingmaður, sýtir fyri at møta, tá tingið verður sett á ólavsøku, kann gerast ein trupulleiki hjá Jóannes Eidesgaard.
Hendrik Old brýtur tingskipanina við ikki at møta til tingfundin á ólavsøku, eins og hann hevur fingið boð um. Men kortini hevur tingformaðurin ongan santiónsmøguleika móti honum.
? Eg havi bert sanktiónsmøguleikar móti tingmonnum, sum eru á fundi. Tað vil siga, at eg kann taka orðið frá tingmonnum, ið bera seg óhøviskt at í tinginum. Men møta teir ikki á fundi, kann eg einki gera. Tá er tað ein spurningur millum einstaka tingmannin og veljarar hansara, sigur Finnbogi Ísakson, tingformaður.
Men samstudis vísir Finnbogi Ísakson á, at um vit hyggja at mannagongdunum í grannalondunum, hevur formaðurin fyri flokkin ábyrgdina av, at tingmaður sýtir fyri at møta.
Finnbogi Ísakson heldur, at Hendrik Old bæði brýtur stýrisskipanina og tingskipanina, tá hann sýtir fyri at møta á tingfundi ólavsøkudag Eftir hansara fatan brýtur Hendrik Old stýrisskipanina, tá hann sýtir fyri at møta til ein tingfund, sum er ásettur við lóg í stýrisskipanini. Og harafturat brýtur Hendrik Old tingaskipanina við at vera ólýðin boðunum frá tingformanninum.
? Eg havi sent út fundarboðini um fundin ólavsøkudag, og í innkallanini sigi eg, at eg vil hava at vita frá tingmonnum, um teir ikki kunnu møta. Eg havi einki hoyrt enn frá Hendriki Old, men eg vænti at fáa formlig boð frá honum, sigur Finnbogi Ísakson.
Finnbogi Ísakson heldur tað annars vera keðiligt, at spurningurin, hvørt tað er rætt ella skeivt at seta tingið sunnudag á ólavsøku tekur seg upp nú, tá spurningurin varð avgreiddur í tinginum fyri sjey árum síðani.