Formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, vónar, at hann Jóannes Eidesgaard fer at standa fast á bremsuni Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, heldur ikki, at Jóannes Eidesgaard var ikki meiri enn hálvhjartaður, tá hann í síðstu viku samráddust um eina ABC samgongu.
- Vit høvdu ikki meiri enn hálvar arbeiðsdagar, og tað er okkurt, sum bendir á, at teir eisini hava samráðst aðrar vegir.
Hann heldur, at tær samráðingarnar vóru tann beri glæntrileikur, tí tær gingu ikki trekt.
Men nú ein CHE samgonga er undir landi, vónar formaður Sambandsfloksins, at Eidesgaard fer at standa fast á bremsuni og ikki loyvir Tjóðveldinum at skerja inntøkurnar, og hann vónar at raðfestingarnar vera neyvar.
Útbygginginar eru ovurhonds stórar, men enn havi eg ikki sæð nøkur tøl á borðinum.
Men hann vónar ikki, at tiltøk verða tikin, sum skerja inntøkurnar hjá landskassanum