- Eg eri ikki vanur við slík álop í eini samgongu, og tað er sjálvsagt, at eitt slíkt álop ikki tænir eini samgongu best, sigur Jóannes Eidesgaard um Magna Laksáfoss Magni Laksáfoss hevur í lesarabrævi funnist harðliga at Javnarðflokkinum og Jóannes Eidesgaard fyri ikki røkja uppgávuna sum fíggjarmálaráðharri nóg væl. Við Rás2 í dag segði Magni Laksáfoss, at fíggjarmálaráðharrin førir ongan búskaparpolitikk.
- Eg eri sera vónbrotin av útsøgnini hjá Magna Laksáfoss. Hevði hann um ikki annað verið reellur. Hann veit væl, at viðurskiftini ikki eru soleiðis, sum hann sigur, sigur Jóannes Eidesgaard við Sosialin í dag.
- Vit hava stórar avbjóðingar fyri framman, og tað er neyðugt at standa saman nú, sigur landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið enn, at Sambandsflokkurin tekur frástøðu frá útsagnunum hjá Magna Laksáfoss.