Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum, ásannar, at Gerhard Lognberg hevur fingið alt ov langa tíð í flokkinum.
Í samrøðu við Sosialin sigur Aksel V. Johannesen seg í roynd og veru hava arvað trupulleikan frá fyrrverandi formanninum, Gerhard Lognberg. Aksel V. Johannesen sipar til avgerðina hjá sandoyartingmanninum um at fara burtur úr CHE-samgonguni í 2008, har hann í sama andadrátti kallaði sín floksformann fyri bæði eitt og annað av tingsins røðarapalli.
- Sæð í bakspeglinum, so átti Gerhard Lognberg at verið koyrdur úr Javnaðarflokkinum fyri fleiri árum síðani, sigur Aksel V. Johannesen við Sosialin.
Jóannes Eidesgaard ásannar, at “trupulleikin” Gerhard Lognberg átti at verið avgreiddur longu í 2008.
- Orðini hjá Gerhardi Lognberg av tingsins røðarapalli henda dagin í 2008 vóru sera sterk. Í roynd og veru skírdi hann meg sum løgmann og floksformann at vera landasvíkjara, sigur Jóannes Eidesgaard, sum síðani ofta hevur hugsað um hasi orðini.
- Tað fór ein skelkur gjøgnum tingsalin. Sjálvur fekk eg meira ella minni eitt “knock-out” av hasum úttalilsinum. Málið bleiv síðani nógv diskuterað í Javnaðarflokkinum, men tað bleiv ikki meira gjørt burturúr. Og eg má viðganga, at tað var ein veikleiki frá mínari síðu, sigur Jóannes Eidesgaard.
Í dag ásannar Jóannes Eidesgaard, at orðini hjá Gerhardi Lognberg henda dagin í løgtinginum áttu at fingið avleiðingar fyri sandoyartingmannin.
- Her átti flokkurin at havt gjørt sína støðu greiða mótvegis Gerhardi Lognberg, sigur Jóannes Eidesgaard.
Síðani Jóannes Eidesgaard fór frá sum formaður í Javnaðarflokkinum í 2011 hevur hann roynt at lata vera við at leggja seg út í arbeiðið hjá eftirmanni sínum, Aksel V. Johannesen.
Men beinleiðis spurdur sigur Jóannes Eidesgaard seg tó stuðla Akseli V. Johannesen í avgerðini um at koyra Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum.
- Hetta er eitt rætt stig at taka, og tí stuðli eg fult og heilt stuðla tí, sum Javnaðarflokkurin nú ger. Tí eitt mark má vera eitt ella annað stað, sigur Jóannes Eidesgaard og heldur fram:
- Hesin trupulleikin átti at verið tikin upp í 2008, tí so var hann ikki ein trupulleiki ídag.
Hoyr samrøðu við Jóannes Eidesgaard við at trýsta á pílin undir myndini. Í innslagnum ber eisini til at hoyra umrøddu orðini, ið Gerhard Lognberg segði um sín formann, av tingsins røðarapalli 31. juli 2008.