? Tað frøir meg.
Soleiðis tekur formaður Javnaðarfloksins ímóti tilboðnum, sum Karsten Hansen gav um at slaka og taka skiftisgrunnin burturúr fyribilsuppskotinum um Búskapargrunn Føroya, um tað kann skapa grundarlag fyri einari semju um grunnin millum samgonguna og Javnaðarflokkin.
? Eg taki hattin av fyri, at Karsten Hansen hevur latið upp fyri einum møguleika til, at vit kunnu vera við í einari semju um búskapargrunnin. Eg haldi tað vera rætt av samgonguni at miðja eftir einari breiðari semju um Búskapargrunn Føroya, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.
Vil ikki síggja skiftisgrunn
Javnaðarflokkurin hevur fyrr gjørt greitt, at flokkurin ikki ætlar at vera við til at samtykkja eitt uppskot um skiftisgrunn.
Hósdagin í farnu viku løgdu fíggjarmálaráðharrin og landstýrismaðurin við sjálvstýrismálum fram eitt fyribilsuppskot til leingi ætlaða Búskapargrunn Føroya. Í uppskotinum varð millum annað ásett, at øll ríkisveitingin skuldi koyrast beinleiðis í grunnin, sum so skuldi flyta skiftisgjøld yvir á løgtingsfíggjarlógina. Soleiðis var Búskapargrunnur Føroya ein samanseting av skiftisgrunni og oljugrunni og skuldi tæna tveimum nokkso ymiskum endamálum, nevniliga at fíggja eina loysing frá Danmark, og at forða fyri at møguligar komandi oljuinntøkur fara beint í landskassan.
Karsten lat hurðina upp
Men í Sosialinum týsdagin lat Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, hurðina upp fyri einari breiðari semju í tinginum fyri búskapargrunninum, tá hann bjóðaði sær til at lúka øll orð um skiftisgjøld og ríkisveiting úr uppskotinum.
Karsten Hansen segði tá, at tað lá eingin trupulleiki í at gera ein skiftisgrunn og ein oljugrunn hvør sær heldur enn ein samansettan grunn, um hetta kundi tryggja eina breiða semju í tinginum fyri Búskapargrunni Føroya.
? Tað er parturin um skiftisgrunnin, sum ger at vit í Javnaðarflokkinum ikki kunnu taka undir við uppskotinum um Búskapargrunn Føroya. So um Karsten Hansen er til reiðar at taka tann partin úr uppskotinum, eru møguleikarnir fyri einari fornuftigari semju við Javnaðarflokkin góðir, sigur Jóannes Eidesgaard.
Samgongan ósamd innanhýsis
Men eitt er, at Javnaðarflokkurin nú kann taka undir við ætlanini um Búskapargrunn Føroya. Hitt er, at teir báðir stóru samgonguflokkarnir, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin, í løtuni ikki eru samdir innanhýsis um hvussu uppskotið skal síggja út.
Løgmaður hevur sagt, at hann vil ikki vera við til at bera eitt uppskot um búskapargrunn í tingið, sum ikki ásetur nærri reglur fyri útgjaldið úr grunninum.
Fíggjarmálaráðharrin og landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum siga hinvegin, at ásetingar um útgjaldið kunnu bíða, men at sjálvur grunnurin hevur alstóran skund. Í framlagda fyribilsuppskotinum um Búskapargrunn Føroya, eru ongar ásetingar um útgjaldið úr grunninum.
Her hellir formaðurin í Javnaðarflokkinum mest ímóti sjónarmiðunum hjá Tjóðveldisflokkinum.
? Tað er kanska ikki so øgiliga neyðugt at vit hava eina útgjaldsskipan greiða longu nú, men eg haldi, at vit skulu gera eina avtalu um, nær vit vilja hava eina útgjaldsskipan klára og seta eitt tíðspunkt fyri hesum í lógina, sigur Jóannes Eidesgaard, ið sigur seg nú bíða eftir fundarboðum frá fíggjarmálaráðharranum.