Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, undrast stórliga á, at avgerðin hjá Fólkaflokkin er ikki viðgjørd millum samgonguflokkarnar. Tað er ikki ein gongd leið.
Tað sigur hann við Sosialin.
Hann heldur, at Løgmansskrivsstovan skal fyribils umsita uttanríkismál, sum vanligt er, tá landsstýrisfólk fara frá.
- Tað er ein hovsa-loysn, at Fólkaflokkurin leggur tvey ráð saman, uttan víðari. Um Jacob Vestergaard klárar at vera landsstýrismaður í fiskimálum og uttanríkismálum, prógvar tað, at uttanríkisráðið hevur einki upp á seg. Eg síggi ongar sparingar í hesi loysnini, um tað er orsøkin til samanleggingina, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at Vinnumálaráðið og Fiskimálaráðið skuldu heldur lagt saman.