Eidesgaard: Ein óheppin viðmerking í reinari frustrasjón

Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, viðgongur, vegna ting- og landsstýrismanningina, sum var til staðar á Gamla Apoteki í gjár, at tað, flokkurin sendi út til Gerhard Lognberg, løgtingsmann, varð gjørt í frustrasjón og tað var ikki tað, sum Javnaðarflokkurin vanliga heldur vera borðbært. - Hesum harmast vit, skrivar floksformaðurin í tíðindaskrivi.

Hann vísir á, at atfinningarnar regnað oman yvir flokkin fyri ikki at reka nóg góðan og reinan javnaðarpolitikk. Flokkurin stendur seg illa í veljarakanningum, og tað, flokkurin minst av øllum hevur brúk fyri beint nú, er at stinga hvønn annan í bakið.

- Tá alt okkara arbeiðið nú soleiðis verður skotið í skeljasor fyri opnum skugga, tí hetta er ikki í familju við javnaðarpolitikk sambært tí eina persóninum, so sigur tað seg sjálvt, at sjálvt hampafólk halda, at nú er ovboðið. Og so als ikki, um tann, sum tá letur okkum úr inn at skinninum, ikki hevur luttikið í politiska arbeiðinum. Hetta var tað, sum tíverri hendi í gjár. Fyrsta treytin fyri ávirkan av úrslitum er, at ein sjálvur er til staðar. Ikki bara tá tingformaðurin kallar til fundar, men so sanniliga í teimum ymisku politisku smiðjunum bæði á floksfundum á Gamla Apoteki, limafundum runt um í landinum, floksleiðslufundum fyri ikki at tala um á landsfundum. Men har er gjarna ein tómur stólur, skrivar Jóannes Eidesgaard, og heitir á allar góðar javnaðarkreftir um at leggja hetta afturum og heldur taka eitt tørn fyri at fáa vent gongdini rætta vegin.

Lesið eisini:

HELENA STENDUR IKKI AFTAN FYRI BRÆVIÐ TIL GERHARD

GERHARD LOGNBERG EFTIRLÝSTUR