Íslendski fótbóltsspælarin Eiður Smári Guðjohnsen skrivar í kvøld undir tvey ára sáttmála við grikska felagið AEK Athen, og sambært Morgunblaðnum eru fjeppararnir hjá AEK sera fegnir um tann nýggja spælaran.
Tey seinastu árini hevur Eiður Guðjohnsen verið tann fremsti íslendski spælarin í altjóða fótbólti. Hann hevur spælt við fleiri feløgum, men er ivaleyst best kendur frá tíðini í Chelsea og Barcelona, haðani hann fór í 2009. Síðani hevur hann verið í eitt nú Monaco, Tottenham og Fulham.
Eiður Guðjohnsen, sum er 32 ára gamal, byrjaði sína fótbóltstíð í Vali í Reykjavík. Hann hevur spælt 64 A-landsdystir fyri Ísland.