Eiðisfólk vilja hava skil á

Skúlanevndin á Eiði hevur sent Undirvísingar- og Mentamálastýrinum skriv, har nevndin biður partar sum skjótast vísa vilja til at loysa stríðið, sum hevur við sær verkfall í fólkaskúlanum

? Vit harmast um og átala støðuna, sigur skúlanevndin í skrivinum.

Sagt verður, at foreldur hava á fundi víst sína stóru ónøgd við støðuna, sum tey halda vera ótolandi.

Nevndin leggur dent á, at hon heldur, at tað er ábyrgdin hjá myndugleikunum at syrgja fyri, at skúlaverkið fær teir karmar og tær umstøður, sum ásett er í nýggju fólkaskúlalógini.

? Til gangs fyri at allar partar vóna vit tí, at neyðug stig verða tikin til at rættlag og skila aftur verður innan skúlans gátt, sigur skúlanevndin á Eiði í skrivinum.