Í samband við at EB verður 95 ára gamalt í ár. Verður skipað fyri hugnaløtu í EB-húsinum, leygarkvøldið 23. februar, klokkan 19:30.
Á skránni verður millum anað, okkurt gott til matna, hugleiðingar, felagssangur, myndaframsýning og skemt, og tað hoyrist av Eiði, at Essa Jacobssen fyriskipar.
Eftir hugnaløtuna spæla Jákup Marner og Heini til dans. Kostnaðurin á atgongumerkjum er 200 kr, og fáast hjá Kára og á Shellstøðini við Streymin, fram til týskvøldið 19. februar
Hetta veit nevndin í Eiðis Bóltfelag at siga










